#BookTok: Weird Girl Lit
Ikki sum hinar? Weird Girl Lit eru bøkur um kvinnur, sum fara sínar egnu óskipaðu leiðir við broddi og skeivum vinklum.
Eftir bókasavnið
Weird girl-bókmentir eru ikki ein sjangra sum so, men lýsir heldur skaldsligar tekstir, sum hava ymisk eyðkenni til felags. Eitt eyðkenni er, at høvuðspersónurin er ein ósympatisk kvinna í órógvandi og undarligum støðum.
Weird girl-bókmentir snúgva seg ofta um nøkur av teimum keðiligaru og fløktaru viðurskiftunum við at vera kvinna. Ofta læna weird girl-bókmentirnar sjangrueyðkenni frá óhugnabókmentum og magiskari realismu, og bøkurnar kanna eisini tað ófullkomna, vreiði og girnd. Alt tað, sum er tabu, eyðkennir bøkurnar. Temuni kunnu til dømis vera móðurskapur, seksualitetur, samleiki, kropsligur sjálvsavgerðarrættur og sálarlig heilsa.
Hesar bøkurnar hava fingið fótafesti, av tí at kvinnurnar í bókunum kunnu koma við sínum daprastu tonkum og djypsta longsli, samstundis sum tær kunnu bróta við tað, sum samfelagið væntar av teimum.