Viðmæli til vaksin

Várbókakafé 2026

Eftir bókasavnið

Hósdagin 18. mars var bókakafé á bókasavninum, har bókavørðir greiddu frá og viðmældu bøkur, sum teir hava lisið.  

Sláttrir eftir Tórodd Poulsen (2025)

Yrkingasavn í tveimum pørtum eftir Føroya helst virknasta yrkjara og listamann, ið við fáum orðum og humor sera væl megnar at lýsa, tá ið hann brádliga gerst sjúkur, og aðrar hendingar. Tóroddur hevur givið út á leið 50 yrkingasøvn, sum hann sjálvur hevur myndprýtt.

Mor eftir Jens Smærup Sørensen (2025) 

Bók um mammuna hjá rithøvundanum. Sum ung verður hon ólukkuliga forelskað, men fer á háskúla, sum gevur henni nýtt treysti. Hon giftist og verður landbúnaðarkvinna, men spenningar eru í hjúnabandinum, og hon droymir um frælsi og sjálvræði sum kvinna. 

En lille dråbe blod eftir Christoffer Carlsson (2025)

Tíðin skiftir millum nútíð og 1950-árini í Svøríki. Ein sera væl skrivað krimi, har loynidómar frá fortíðini broyta lívið hjá høvuðspersónunum, og stórir spurningar, sum hvat er rætt og skeivt, eisini koma upp at venda.   

Jeg slukker lyset som den sidste eftir Sergij Zjadan (2025)

Í tólv stuttsøgum lýsir virðislønti ukrainski rithøvundurin, tónleikarin, aktivisturin og nú eisini hermaðurin Sergij Zjadan støðuna hjá ymiskum fólki í Ukraina, nú kríggið er alráðandi. Sólin rísur enn hvønn dag, og fólk blíva gift, men vanliga fólkið ynskir ikki verandi kríggið.

Hvor tidevandet vender eftir James Rebanks (2025)

Bretin James Rebanks er á einari lítlari oyggj og hjálpir tveimum konum at byggja reiður til æður, at verja tær móti rovdýrum, og at henta dún, tá ungarnir eru floygdir. Ein góð bók um at virða og varðveita eina elligamla mentan, sum púra vanlig fólk seta sær fyri at varðveita.

Frankenstein eftir Mary Shelley (1818)

Vísindamaðurin Victor Frankenstein er ørur eftir at kanna, hvussu hann kann skapa ein nýggjan skapning burtur úr deyðum vevnaði. Hetta eydnast honum til endans, men tá skapningurin ikki er tað, hann hevði væntað, vendur hann skapninginum bakið og rýmir undan ábyrgdini. Hetta fær vanlukkuligar avleiðingar.

Skitsa til Lalo Cura eftir Roberto Bolaño (á føroyskum 2025)

12 ymiskar stuttsøgur, ið fevna víða, men sum oftast er huglagið gátuført og dapurt. Rithøvundurin granskar evni sum harðskap, ótta, úlegd og einsemi. Ófrættakenda huglagið verður tó kryddað við krunkasvørtum skemti og einari ironiskari frástøðu. Eitt annað høvuðsevni í savninum er skaldskapurin sjálvur.

Minnesota eftir Jo Nesbø (2025)

Norski eg-persónurin vitjar í Minnesota, har ein harður, men góðhjartaður løgreglumaður roynir at uppklára eitt brotsverk, ið flest onnur ongan áhuga hava í at gera nakað við. Henda nýggjasta bókin hjá norska krimisøgumeistaranum er sera vælskrivað, spennandi, fangandi og ikki sørt skemtingarsom, so bókin er ein fragd at lesa.

Den lille kvinde fra Thule eftir Hannah Lie (2025)

Ein ævisøgulig skaldsøga um ungu kvinnuna, ið kom at ímynda ta fimtu Thule-rannsóknarferðina hjá Knud Rasmussen frá 1921-1924. Ein sera hugtakandi og spennandi søga um eina øðrvísi, djarva og gløgga kvinnu, sum hjálpti øllum ferðaliðnum at lívbjarga sær. 

Bókakafé er tvær ferðir um árið. Her sært tú bøkur frá teimum seinastu bókakaféunum, ið hava verið.