Filmurin henda mánaðin "Forår, sommer, efterår, vinter - og forår"
Meistaraligi filmurin eftir Kim Ki-Duk sæst nú á Filmstriben fyri 0 stig.
Eftir bókasavnið
"Forår, sommer, efterår, vinter - og forår" (2003) er ein koreanskur filmur. Ein munkur og næmingur hansara búgva í einum templi, ið flýtur á vatninum, og er umgyrt av stórbæru náttúruni. Karmurin er einfaldur, men filmurin greiður frá nøkrum samansettum: søguna um eitt menniskjalív- frá sakloysi til lívsroyndir, frá mistøkum til sannkenning.
"Forår, sommer, efterår, vinter - og forår" er ein stillur filmur, men tað stilla ger ikki filmin minni áhugaverdan. Undir vøkru myndunum av vatni, trøum og mjørka liggur ein støðugur ófriður. Filmurin lýsir menniskjans tráan, svíða og gerðir, ið áhaldandi fylgja okkum.