Vit knýta amplar til urtapottar

Stað
Býarbókasavnið
Niels Finsens gøta 7
Umhvørvisvikan 2026

Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu kemur Elin Lindenskov at hava verkstovuna "Vit knýta amplar til urtapottar" á Býarbókasavninum. 

Tað, sum eftir er av umhvørvisvikuni til leygardagin 9. mai, liggja vegleiðing og tilfar frammi í listarúminum. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.